Ársins stóra kristiliga MC-Treff, kallað EMC-Rally 2012, verður í ár hildið í týska býnum Forcheim, dagarnar 1. - 5. august. Tað er ein heimasíða á netinum, har síggjast kann hvat teir bjóða uppá hesar dagarnar, og sær skráin sera spennandi út. 

Tað er altíð stuttligt og gevandi at vera við til slíkar stevnur, so innilig áheitan skal vera til ein og hvønn um at gera alt fyri at vera við.

Klikk á yvirskriftina, so kemur tú beinleiðis inn á heimasíðuna um EMC-Rally´ið.

Dagføring um ta nýggju donsku Biker-Bíbliuna

Vit hava seinastu tíðina fingið nýggjar dagføringar av fíggjarligu støðuni, tá talan nú í uml. 2 ár hevur verið at fáa nýtt upplag prentað av tí donsku Biker Bíbliuni.

Seinasta upplýsingin sigur okkum, at nú vanta bert 15.000,- kr. til at prentingin kann verða sett í gongd. Teir donsku klubbarnir hava játtað at fíggja henda partin eisini.

Vit hava stuðlað hesi útgávuni við 30.000,- kr. higartil, umframt at vit hava keypt 2 ferðir 100 eintøk, sum vit sjálvir hava haft tørv á av tí fyrru útgávuni.

Myndin her er av vitjanini hjá Holy Riders í Føroyum, har høvdu eitt útimøti í Kommunuskúlagarðinum/Vaglið.

 

Nýggj heimasíða um Biker-Bíbliur/klubbar

Sum nakað nýtt, er roynd gjørd at samanfata allar upplýsingar um teir kristiligu Biker-klubbarnar runt alt Europa og USA. Klubbur okkara er nú eisini við í yvirlitinum.

Fert tú inn á www.bikerbibel.tv so sæst nevnda yvirlit, eins og smáir filmsstubbar um biker-bíbliuarbeiðið. Sera áhugaverd heimasíða, við nógvum áhugaverdum upplýsingum.

Lær Gud at kenna

Ein sera áhugaverd heimasíða á alnetinum, ið viðger alt um Gud, og tað vit kunnu læra um Hann.

Síðan finnist á nógvum ymiskum málum, men í hesum førinum er hon á enskum. Hygg inn á: www.lookingforgod.com. Góða eydnu!

Bíbliuorðið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

1. Jóh. 1,9.

Biker Bíblian nú eisini á polskum máli

Seinasta fráboðanin frá bíbliufelagsskapinum "Bible for the nations", sigur okkum, at nú fæst Biker Bíblian eisini á polskum máli.

Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at Biker Bíblian skal kunna fáast á øllum teimum europeisku málunum, og nú er so eitt mál komið aftrat. Nú er so ætlanin eisini at fáa Biker Bíbliuna út á rumenska málinum.

Sama hvat mál talan er um, so er altíð ein tørvur, ið skal nøktast. T.d. er tað ikki so langt síðani at tann russiska Biker Biblian kom út. Tá vóru prentað 20.000 eintøk, og longu nú er tørvur á at prenta enn 20.000 eintøk aftrat. Soleiðis gongur eisini við hinum málunum. T.d. tann danska, kemur nú í triðju útgávu, har vit í klubbi okkara so eisini kunnu gleðast um at fáa eitt íkast við, við tað at vitnisburðurin hjá Jákupi kemur við.

Satt er, at orð Guds vendur ikki tømt aftur, og mong eru tey, ið kunnu vitna um eitt umbroytt liv efir at hava lisið vitnisburðarnar og gudsorðið í hesum Biker Bíblium. Samanlagt eru prentað uml. 500.000 eintøk á 11 europeiskum málum.

Vitnisburðurin hjá Jákupi við í næstu donsku Biker-Bíbliuni

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, verður tað ein vitnisburður av einum føroyingi við í Biker-Bíbliuni. Tann 3. danska Biker-Bíblian væntast at koma út seinni í ár, so satt sum endalig fígging fæst. Enn vanta 170.000,- kr., men stórt arbeiði verður nú lagt í at fáa hetta avgreitt, tí stórur mangul er uppá Biker-Bíbliur.

Hevur tú hug og vilja at stuðla, so ber til at vitja heimasíðuna www.bikerbibel.dk og senda pening inn. Eisini ber til at stuðla við at seta pening inn á kontu okkara 9181-147.679.5, viðmerk "DK-bikerbíblia", so senda vit peningin víðari. Harrin signi einhvønn glaðan gevara.