Myndasavn

Hans Norðfoss nýggjur limur.

Várfest 2009

Við hesum verða tær myndir, eg tók leygardagin lagdar út. Vóni at tær lýsa, ið hvussu so er tað mesta av tí, eg sjálvur upplivdi. Tíverri mátti eg rudda burtur egin ljóðføri, sum skuldu setast upp uppi í Frelsunarherinum, og tí er ein partur av tiltøkunum ikki við. Onnur hava kortini tikið myndir, so samanlagt er væl tað mesta varðveitt.

Victor

Danmarkarferð mai 2008

Í samband við Super Rally í Fredericia, fekk eg høvið at vitja vinir og kenningar á leiðini við "trekantsområdet", sum danir kalla tað.

Eg vitjaði fyrst hjá Janne og Poul í Middelfart. Janne er dóttur væl kenda trúboðaraparið Karen og Curt Nielsen, ið virkaðu í Føroyum, t.v.s. á Sandoynni og í Havn í mong, mong ár. Poul er sonur tann væl kenda "Gartner Nielsen", ið var ein kend vangamynd í donsku Hvítusunnurørsluni. Saman eiga Janne og Poul 2 børn, og eru nú vorðin omma og abbi til 2 barnabørn. Eg fekk ein góðan frokost frá teimum, og legði so leiðina yvir til Odense, har eg vitjaði hjá Karen og Curt. Tey búgva ul. 9 km uttanfyri Odense í fittari íbúð, sum tey ráða yvir sjálv. Eftirsum Curt er vorðin rættuliga gamal og ikki hevur fulla førligheit til at flyta seg, so er henda íbúð sera væl egnað til teirra. Ongar trappur eru, og onnur viðurskifti innanhýsis eru tillagað teirra tørv. Vit fingu loyvi til at deila tankar og upplivingar og eisini at frætta nýtt. Vit bóðu eisini fyri og við hvørjum øðrum áðrenn eg legði leiðina yvir aftur til Kolding, har eg gisti hjá Stephen og Josu Dulwich.

3 dagar fekk eg saman við teimum, og hitti har eisini Agnar og Binu Reinert, ið búgva í sama blokki sum Stephen og Josa.

Eg boðaði eisini Hans Jákupi á Lava frá at eg var í umráðnum, og við tað sama var avtalað okkara millum at eg skuldi luttaka saman við honum á einum møti í Esbjerg, har føroyingar javnan hittast. Benny Drewsen var ein av leiðarunum har og mong onnur kend andlit vóru eisini at síggja. Sum tað sæst á tí einu myndini, so hitti eg eisini ein gamlan granna, vit høvdu úti á Hetlandsvegi, tá vit vóru nýgift. Tað var Torfinn Strøm, sum var á møti hetta kvøldið. Hann bað endiliga heilsa øllu, hann kendi í Føroyum. Eftir møtið var drekkamuður á skránni og hugnaligt var at fáa eitt gott prát við tey ymisku, ið har samlast.

Eg gisti eisini hjá Ann og Hans Jákupi uppi í Ikast og fekk eisini har høvið at hitta Jens Peder Pedersen, ið júst hevði vitjað samkomuna Libanon í Sørvági á Hvítusunnu. Í samkomuni "Åben Kirke" í Herning var eg eisini bjóðaður við til silvurbrúleyp hjá fyristøðuparinum Lars Bo og Lene. Hetta var ein stór uppliving og sang Hans Jákup eisini ein sang. Hann valdi sangin "You´re my best friend", ið Don Williams á sinni gjørdi sera kendan. Hetta eydnaðist bara heilt væl. Báðir høvdu vit verið í Western-Shop í Silkeborg og keypt okkum Westernklæðir, so vit vóru rættuliga ílætnir til ein countrysang. Hetta dámdi eisini brúdleypsgestunum.

Eisini hevur samkoman har júst tikið í nýtslu eina nýggja Café, har tey hvønn sunnudag frameftir koma at bjóða inn til hugnaliga samveru eftir møtini. Á caféini var gjørdur pallur við allari nútímans ljós- og ljóðútgerð við uppvørpu á stórskíggja, ið neyðug er til allar hugsandi framførslur. Við hesum sær samkoman fyri sær møguleikar, sum ikki vóru frammundan.

Ein rættuliga drúgv men hendingarík ferð var komin at enda, og eg kom heim við Norrønu úr Hanstholm via Bergen tann 19. mai.

Øll, ið eg vitjaði, lata heilsa øllum, vinum, familju og kenningum.

Trýst á myndina, so sæst hon í størri stødd.