Vit eru ein tvørkirkjuligur, kristiligur motorsúkkluklubbur, ið hevur valt navnið "Cross-Bikers MC Føroyar". Navnið er fyri okkum serstakt, tí talan er jú altíð um krossin, sum tekin um Golgataverkið, sum Jesus gjørdi, har Hann gav lív Sítt sum loysigjald fyri syndir als heimsins. Vit vilja bæði í navni og mynd vísa á krossin í tí, vit havast at.

Eisini er ein ávísur symbolikkur í ryggmerki okkara. Tann reyði liturin vísir til Jesu Kristi frelsandi blóð. Gullliturin vísir til tað himmalska heimið, sum stendur fyri framman, og silvurgrái liturin í krossinum fer at vísa á og umboða kromið og jarnið í motorsúkklunum, sum bindur okkum saman. Vit víkja ikki fyri nøkrum, og trúgva á ein almáttugan Gud, ið skapti himmalin, jørðina og alt lív, ið á henni er.

Klubburin er eisini rúsfríur, og ikki ein gang tubbakk verður góðtikið notið av limum okkara. Orsøkin er einføld tann, at vit vilja vera fyrimyndir á øllum økjum, bæði fyri ungum og gomlum.

Vit ynskja ikki at trútta nakrar tungar lærusetningar niður yvir høvdið á nøkrum, við moralskum og turrum prædikum, men vilja heldur vísa á, at tað ber til at vera ein kristin, frelstur persónur og liva eitt normalt lív. Vit vilja vera menniskju ímillum menniskju. Er mann ein krisitin, drivin av Guds Heilaga Anda, so livir mann eitt spennandi og friðfult lív.

Umframt súkklurnar, so hava vit góðan andaligan felagsskap, har vit regluliga hittast hjá hvørjum øðrum uppá skift. Vit fáa góðan mat, og geva annars orði Guds og bøn gott rúm, har vit styrkja hvønn annan andaliga. Eisini verða bønarevnir tikin við og biðin fyri.

Vit byrjaðu sum klubbur á vári 2007. Frammanundan hesum vóru vit royndarlimir í norska MC-klubbinum "Holy Riders". Eftir avtalu við teir, valdu vit at gera okkara egna klubb her heima. Tað var bæði bíligari og lættari umsitingarliga at vera egin klubbur. Vit hava framvegis gott samstarv.

Víðsjón okkara er:

• at vera vitnir fyri Jesus í MC-umhvørvinum

• at vit vilja byggja brýr millum kirkjur og samkomur

• at síggja menniskju frelst og endurnýggjað, bæði til anda, sál og likam.

Hevur tú, sum lesur hetta áhuga í at gerast limur, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda okkum eitt teldurbræv við upplýsingum um hvør tú ert, og hvat tú vilt við limaskapinum. Tað ber til at kontakta:

Victor Carlsen, Dánjalstrøð 15 ella Postbox 1053, 110 Tórshavn. Mail: vic-car(at)olivant.fo / Mobiltel. 212927.

Tað er eingin treyt at tú skalt hava eina motorsúkklu. Vilt tú bara stuðla okkum í tí, vit gera, so ert tú vælkomin til tað. Limagjaldið er 400,- kr. um árið fyri stakan persón og 600,- kr. um árið fyri pør. Fært tú tær eina súkklu, so er heldur eingin treyt frá okkara síðu hvat slag av súkklu, tú velur tær.

Vit hava eina gestabók á heimasíðuni, og ein og hvør er vælkomin at skriva til okkara. Skipanin er gjørd soleiðis, at tað, sum skrivað verður, kemur sum ein teldupostur til okkara at góðkenna, áðrenn teksturin verður lagdur út á heimasíðuna. Ber yvir við tíðini tað tekur, at hetta verður avgreitt. Vit frætta gjarna frá øllum.