Hvat hendir í 2010?

Mail er komið frá Føroya MC um at fáa samlað umboð fyri øll MC-feløgini í Føroyum til fundar, so vit fáa samskipað øll tiltøkini, ið vera.

Fundurin hevur verið hildin og her verða so tiltøkini dagførd.

Tað fyrsta tiltakið verður so frá Cross-Bikers MC Føroyar, ið skipar fyri MC-Gudstænastu uppi í Mariukirkjuni uppi við Varðagøtu, leygardagin 17. apríl, kl. 16.00. Tiltakið er alment.

Føroya Ellisakfør skipa fyri stórum tiltaki í samband við flaggdagin. Meira fæst at vita við at vitja heimasíðu teirra: www.ellisakfor.com

Skriv er komið frá teimum, ið skipa fyri Bátafestivalinum 2010, har allir Mc´arar eru bjóðaðir vælkomnir at vera við, tann 1. mai inni á Toftum. Bátafelagið bjóar suppu og kaffi tl allar motorsúkklistar.

MC-Boogie verður fyriskipað av Føroya MC-felag sama dag, t.v.s. 1. mai. Øll møtast við MAGN-støðina við Ringvegin kl. 11.00, og koyrt verður kl. 12.00. Fyrst verður koyrt runt Havnina og síðani norðureftir,og endað verður inni á Toftum, har Bátafestivalur er. Síggj meira á: www.foroya-mc.fo

Bátastevna í Vestmanna verður tann 15. mai. Tað er Vestmanna Ítróttarfelag, ið skipar fyri. Tiltøk vera fyriskipað bæði á kaiøkinum og uppi í Ítróttarhøllini. Suppa og stevnubúffur verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Bilar og motorsukklur verða at síggja í Ítróttarhøllini á Hálsi, fríggja-, leygar og sunnudagin 13., 14. og 15. mai.

SALT-siloin á Drelnesi er karmur um stóra og fjølbroytta konsert, ið byrjr leygarkvøldið 15. mai. klokkan 18.30. Øll MC-áhugað er vælkomin!

Powermeet 2010, ið Føroya MC skipar fyri. Farið verður av MAGN-støðini við Ringvegin kl. 09.00 norður til Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík. Kl. 11.00 verður farið aftur til Havnar út á Tekniska Skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin!