MC-Gudstænasta í Mariukirkjuni í Havn 24. apríl
Aftur í ár hava vit ta stóru gleði at skipa fyri eina MC-Gudstænastu, sum hesuferð verður hildin í Mariukirkjuni við Varðagøtu, 24. apríl, kl. 16.00. Hetta er altso útsetta gudstænastan, ístaðin fyri ta, sum skuldi vera 17. apríl.
Trý innsløg verða vónandi, og tað eru at Barbara og Noé Chaparro koma at syngja og framføra ein sang, sum Noé sjálvur hevur skrivað. Vælkendi Ragnar í Vík, saman við Mirjam og Sofusi, kemur at framføra 2 gospelsangir, sum Hank Williams hevu skrivað. Tíverri liggur tað ikki fyri hjá Una Debes at syngja hetta vikuskiftið og harmast vit, tí hetta var alt so væl fyrireikað, men vit eiga hetta so tilgóðar eina aðru ferð. Hinvegin verður arbeitt við at finna eitt annað innslag til hesa gudstænastuna.
Mikal Bradley, prestur kemur at prædika, og talvan kemur at ganga til frama fyri donsku Biker Bíbliuna, eins og René Bjørn Buchhave, forseti í danska klubbinum "MC Kilden" væntandi kemur at greiða frá um Biker Bíbliuna og tær upplivingar, teir hava á hesum øki.
Tiltak í samband við dagin
Eins og undanfarin ár, verður eisini gjørt eitthvørt burturúr degnum, so sum sosialur felagsskapur og felagskoyring, har vit hittast úti í vakstrarhúsnum omafyri Gomlurætt, leygardagin klokkan 13.00, har vit bóða uppá grillmat, kaffi og annað gott, eisini okkurt til undirhalds.
Eftir gudstænastuna bjóðar meinigheitin í Mariukirkjuni til kaffihugna í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin!


























