Roul fyllir 50 ár tann 15. mai
Á myndini sæst Roul tá hann vitjaði her í sambandi við MC-Gudstænastuna, vit hildu uppi á Hoyvíkar Kirkju í apríl mánað 2008.
Tann 15. mai verður Roul Åkesson 50 ár, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum føðingardagshaldi í heimstaði hansara Genarp í Suðursvøríki, Kristi Himmalferðadag tann 21. mai.
Mong verða ivaleyst tey, ið fara at nýta høvið at heilsa uppá henda einastandandi undangongumann, tá tað snýr seg um ein trúboðara í orðsins sanna týdningi.
Roul hevur saman við konu síni Birgith staðið sum fremsti maður alla tíðina heilt frá byrjan, tá fyrsta Biker-Bíblian kom á gøtuna, og hevur hetta ligið honum mest á hjarta, tað at fáa orð Guds út til koyrandi fólkið. Seinnu árini er hetta virksemið víðkað, og í dag finnast Bíbliur til rættuliga nógvar málbólkar, sum t.d. skúlaungdómar, kvinnur, virkisleiðarar, fótbólt, rocktónleik, truckerfólkið, bilfólkið o.s.fr., á mongum europeiskum málum, og hevur Roul sæð hetta sum sítt aðalmál alla tíðina at stríðast fyri hesum eina, at náa menniskju við orði Guds.
Nú næstseinasta vikuskifti var t.d. stóra átakið "Jesusfolket inntar Stockholm", har prentaðar vóru 50.000 Jesus-bíbliur at deila út. Tilsamans kostaði hetta upplagið 800.000,- SEK. Átakið varð skipað sum eitt tvørkirkjuligt átak, og sigast má at tiltakið eydnaðist sera væl. Býttar vóru út uml. 22.000 Jesus-Bíbliur uppá 48 tímar, so leingi sum átakið vardi og mong eru tey, ið vóru nádd og tóku við umvending, og í dag hava funnið sær eitt andaligt heim, har tey frameftir kunnu búnast til andaligan vøkstur. Les meira um hetta á: www.jesusfolket.se
Vit fara hiðani úr klubbi okkara at ynskja Roul hjartaliga til lukku við degnum og ynskja honum Guds ríku signing í framtíðini. Roul ynskir sær sum rímuligt er ongar gávur, men vil heldur at peningur verður settur inn á kontu til víðari prenting av Biker-Bílblium, tí longu nú er ætlanin at fáa hesar útgivnar á fronskum og sponskum máli. Vilt tú vera við í hesum verki, so er bara at boða okkum frá, og vit vilja syrgja fyri, at peningurin kemur vegin fram, og at Roul fær heilsuna.
Tað gleðir okkum, at vit longu hava verið við til at geva pening til hetta endamál, og ætlandi fara vit at senda enn eina gávu aftrat í sambandi við at Roul altso verður 50 ár. Harrin signi tey bæði Roul og Birgith.
COSMIN og tann rumenska Biker-Bíblian
Síðani Cosmin á fyrsta sinni sá ta donsku útgávuna av Biker-Bíbliuni, hevur víðsjónin um at kunna gera eina á rumenskum máli ligið sera frammalaga hjá honum at fáa til veruleika.
Í samráði við Roul Åkesson frá Bíbliufelagsskapinum "Bible for the nations", so sýnist tað sum, at møguleikin er har, tí Cosmin hevur longu umsett allar vitnisburðarnar og kann eisini syrgja fyri, at nakrir vitnisburðar frá lokalum persónum kunnu koma við. Samráðingar eru í løtuni við Bíbliufelagsskapir í Rumenia um hvør útgáva egnar seg best til hesa støddina, sum jú er ein lummastødd.
Cosmin er í tí hepnu støðu, at ein av bestu vinum hansara hevur eina stóra prentsmiðju, sum longu hevur bjóðað seg fram at prenta Bíbliuna í góðum kvaliteti og til ein sera rímuligan prís eisini.
Nú eg seinasta vikuskifti var niðri í Kolding og vitjaði, hitti eg Cosmin á máli um hetta, og lovaði eg at bera heilsuna víðari og um møguligt seta í gongd við eini innsamling her í Føroyum til hesa útgávu.
Tað stendur bara eftir at fáa endaligu avtaluna við Roul Åkesson uppá pláss, so vit kunnu koma í gongd.
Cosmin vitjaði í Danmark saman við konuni og børnunum og fekk eg høvið av taka eina mynd, sum eg loyvi mær at seta í her. Skal eisini heilsa frá Steve Dulwich, sum nú fleiri ferðir hevur vitjað í Rumenia - eisini saman við Svenningi av Lofti, Poul Johan Djurhuus og Hans Jákupi á Lava. Serliga hava teir vitjað fongsul, sum jú Biker Bíblian er sera væl egnað til, umframt at Cosmin gjarna vil vitja úti í MC-umhvørvinum.
Cosmin hevur eisini ætlanir um at koma at vitja í Føroyum heilt skjótt, so vit hava nakað at síggja fram til.
_______________________________
Síðani Biker-Bíblian fyrstu ferð kom út, hava vit valt at nýta ta donsku útgávuna at deila út her í Føroyum. Higartil eru uml. 900 eintøk givin út ókeypis í Føroyum. Vit nýta enn ta eldru donsku útgávuna, men ein nýggj kom í 2007 við dagførdum vitnisburðum og praktiskum upplýsingum. Væntandi fáa vit hesa útgávuna at nýta seinni í ár.
Ætlanin við Biker-Bíbliuni hevur alla tíðina verið, at hon skal verða givin ókeypis til tann, ið vil hava hana. Støddin er vanlig lummastødd, og inniheldur vintisburðar frá bikarum úr ymsum londum, umframt sjálvandi sjálvt Nýggja Testamentið, sum eisini er við. Í summum útgávum eru eisini nakrir sálmar tiknir við. Umsetingin í hesi donsku er tann, ið kallast "hverdagsdansk". Eisini eru upplýsingar um kristiligar MC-klubbar í øllum Europa, bæði heimasíður, teldupostadressur, bústaðir og telefonnummur.
Biker-Bíblian finnist nú á hesum málum: Donskum, Norskum, Svenskum, Enskum, Týskum, Hollendskum, Portugisiskum, Russiskum og kemur nú í summar á Albanskum og Íslendskum. Ætlanir eru um at geva hana út á Sponskum, Fronskum, Italienskum, serbiskum og Pólskum máli eisini. Alt hetta er sjálvandi tengt at tí fíggjarliga partinum. Er peningur, so ber alt til. Tað kostar uml. 200.000,- kr. at prenta 10.000 eintøk, ella 20,- kr. eintakið.
Kanska ein pizzatúrur ella ein vitjan á Burger King kundi verið býttur um við, at 3 bikarar fingu hvør sítt eintak BikerBíbliu fyri ta upphæddina, hetta kostar?
Tað ber til at stuðla hesum útgávum, og samstarv er millum teir ymsu kristiligu klubbarnar at savna pening inn, ið verður sendur til kontu, sum altjóða bíbliufelagsskapurin "Bible for the nations" umsitur. Vilt tú stuðla hesum útgávum, so ber til at seta pening inn á kontu okkara í Eik, nummar 9181 - 147.679.5, so vilja vit syrgja fyri, at upphæddin verður flutt, har hon skal. Viðmerk flytingini, at talan er um stuðul til Biker-Bíbliuna.
Sum nevnt er tað altjóða bíbliufelagsskapurin "Bible for the nations", ið gevur út og samskipar allar útgávurnar av Biker Bíbliunum. Vitja heimasíðu teirra: www.bible-for-the-nations.com og fá meiri at vita tann vegin. Annað upplýsandi tilfar finnist eisini á hesi heimasíðuni: www.bikerchurch.se
Lat hesar heimasíður skapa ein eldhuga í tíni sál at vera við í hesum umbroytandi arbeiði, sum tað er at geva menniskjum orð Guds ókeypis.
Orð Guds vendir ikki tómt aftur, er lyftið, vit eiga. Harrin signi einhvønn glaðan gevara.


