Eftir at fleiri kristiligir klubbar hava vitjað í Albania, so var avgjørt, at alneyðugt var at fáa Biker-Bíbliuna gjørda til Albanska fólkið. Landið er eitt fyrrverandi kommunistiskt einaræðisstýrt samfelag, har tann væl kendi Enver Hocha var statsleiðari og stýrdi landið við harðari hond. Tey kristnu í samfelagnum vóru forfylgd og mong hava latið lív av somu orsøk. Serliga katólska kirkjan kendi sviðjan av hesum. Nú er øðrvísi, tí nú er statsleiðarin farin og nýggj leiðsla hevur latið landið upp, so farast kann inn við kristna boðskapinum. Her liggja teir kristiligu MC-klubbarnir ikki á latu síðuni, men satsa alt, sum gerast kann fyri at bera orð Guds inn til fólkið.
Nógvar innsavningar eru gjørdar, so at prentast kunnu 10.000 eintøk av Biker-Bíblium, ið ætlandi verða bornar út ta fyrstu vikuna av august mánað í ár. Fleiri hava longu teknað seg at vera við ta longu ferðina frá EMC-Rally´inum i Hollandi, 2.500 km. suður ígjøgnum Europa á stálhestum, yvir Alpurnar, inn í Italia og um Adriatarhavið og hareftir inn í høvuðsstaðin Tirana, har trúboðanin fer fram teir komandi dagarnar. Alt hetta tiltakið er væl fyrireikað av lokalum kreftum, ið samskipa átakið, og so verður farið til verka. 3.000 Biker-Bíblur skulu berast inn í fongslini í býnum, og restin skal deilast út millum MC-fólkið og onnur á gøtuni.
Tað er bøn og vón MC-fólksins, at hetta átakið kemur at hava avgerandi týdning fyri ævinleikanum, at mangar sálir verða frelstar og tillagdar tær samkomur, sum nú eru virknar í økinum.
Á veg heimaftur á stálhestunum, verður steðgað við strondina til Adriatarhavið, har tíð verður til avslapping, áðrenn ferðin heim byrjar. Hevur tú hug at vera við og royna eina trúboðaraferð á stálhesti á henda hátt, ert tú vælkomin at kontakta okkum í Cross-Bikers, so vilja vit seta teg í samband við rætta viðkomandi, so hetta kann lata seg gera. Harrin signi teg til tað.
Vilt tú hava meira at vita um ta Albansku útgávuna, vitja so heimasíðuna: www.bible-for-the-nations.com. Har sært tú fleiri filmstubbar um hesa útgávu. Klikk á leinkið: "Biker Bible for Albania".
Seinasta nýggja er
at nú líður væl við uppsetingini av vitnisburðunum, sum vera í bókini. Hetta verður upplýst í teldubrævi, sum Roul sendi herfyri. Teir arbeiða við at fáa restina av vitnisburðunum uppá pláss, og so ikki minst tað, at enn vanta uml. 7.000 euro (50.000,- kr.) í, so prentingin kann fara í gongd. Tað er ein prentsmiðja í Týsklandi, sum prentar tey 10.000 eintøkini.