Traktatin: "Bróðurskapur"

Motorsúkklistar eru í einum felags bróðurskapi. Sum flestu familjur annars, so sær tað út sum vit øll líkjast. Leður, húgvur, skógvar, stivlar, sólin og tað vindblásta andlitið, sum einans motorsúkklistar fáa. Ja, vit eru øll ein partur av hesum serstaka bróðurskapi, og tey uttanfyri familju okkara kunnu bara ikki fáa hesa somu kenslu. Tað er júst so, Gud meinti tað ….

Veruleikin er, at Gud hevði ætlanir um, at hesin bróðurskapurin skuldi vera serstakur. Ætlan Guds var, at tú skuldi gerast ein partur av familju Hansara, við Jesusi sum tínum bróðuri.

Tú kanst ikki gera teg verdan ella gera nakað fyri at gerast limur í hesum bróðurskapi. Jesus hevur goldið Sín part, tá Hann doyði á krossinum og reis upp aftur. Tað einasta tú skalt gera fyri at gerast partur av hesi familju er at trúgva. Gerst tú ein partur av hesum bróðurskapi, koma vit at ferðast saman og fylgja Honum. Kanska tú hugsar, at ein dag fer lív títt at broytast, so tú gerst góður nokk til at koma við í hesa familju. Nei, veruleikin er, at eingin av okkum gerst góður nokk. Gud tekur okkum sum vit eru, og eingin er ov ringur til at verða elskaður og góðtikin av Honum. Hvørjum bíðar tú eftir? Bið tí við mær júst nú:

”Gud, eg vil gerast partur av Tíni familju. Fyrigev mær tað skeiva, eg havi gjørt. Eg vil hava Son Tín, Jesus, at gerast mín ”Road Captain” fyri mítt lív. Amen.”

Hevur tú biðið hesa bøn, ert tú nú ein partur av Guds bróðurskapi. Tú kanska hugsar, hvat nú fer at henda?. Eitt gott stað at byrja við er at nýta Guds egnu vegleiðing—Bíbliuna. Byrja við at lesa í Nýggja Testamenti, evangeliið eftir Jóhannes.

At vera í støðugum sambandi við Gud er sera lætt. Tað at biðja, er ikki annað enn at samrøða við Gud. Og tað kanst tú gera, tá tú ert á motorsúkkluni. Einki útvarp. Eingin aftanfyri, sum kann órógva. Bert tú og Gud. Ein annar máti at finna saman við bróðurskapinum …. Finn eina kirkju ella samkomu har tey, ið savnast elska Jesus, eitt stað har tú kanst kenna teg væl. Tey kunnu eisini rættleiða teg, um tú ivast. Tann størsta gleðin hjá einum og hvørjum motorsukklubróðurskapi er, tá vit koma saman, eta, tosa og hava góðan felagsskap.

Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!

1.Pæt. 2:17

Sig okkum frá, og vit vilja senda tær upplýsandi lesnað, sum kann hjálpa tær at vaksa í tínum nýggja felagsskapi við Gud.

Eg havi júst biðið og móttikið Jesus sum mín Frelsara.

Navn _______________________________________

Bústaður ____________________________________

____________________________________________

Vilt tú hava meira at vita, ella samband við onkran í felag okkara, so kanst tú skriva til:

Cross-Bikers MC Føroyar

Dánjalstrøð 15

100 Tórshavn