Jón Thór er nú limur í CMA
Leiðarin Jon Thor fyri íslendska MC-felagið: "Truboðar" er nú limur í amerikanska meginfelagnum CMA (Christian Motorcyclists Association).
Á forsíðu teirra siga teir frá hesum, og vísir hetta bert, hvussu ídnir teir eru. At gerast limur og kunna bera ryggmerkið hjá CMA er ein stórur heiður, og ein fantaskt alheimsupplating fyri ein tílíkan felagsskap, sum íslendarar longu hava. Vit ynskja Jon Thor hjartalig til lukku.
10.000 nýggjar Biker-Bíbliur
Vit hava júst fingið ein tíðindastubba, ið sigur frá, at neyðugt at endurprenta ta Portugisisku Biker-Bíbliuna. Tað er forsetin í CMA-Portugal, ið sigur frá:
Kæru vinir og samstarvsfelagar!
Í 2005 gjørdi altjóða Bíbliufelagsskapurin "Bible for the nations" í samstarvi við CMA-Portugal Biker Bíbliuna á Portugisiskum.
Hetta kom at vera ein stórur stuðul hjá tí lokala MC-felagnum CMA-Portugal, sum byrjaði sítt virksemi í 2003. Nógvar gávur frá einstaklingum og samstarvsfelagum gjørdi tað møguligt at hava Biker-Bíbliuna til treffið í Faro. Roul og Birgith Åkesson saman við øðrum ungdómum og limum í Holy Riders úr Svøríki vóru við til ta fyrstu útdeilingina. Eisini í býnum Gois var Bíblian deild út. Á hesum báðum treffunum luttóku uml. 60.000 persónar. Longu í februar mánað 2007 var eingin Bíblia eftir. Í túsundatali av Bikarum vóru keddir av at eingin Bíblia var eftir. "Nú kunnu vit ikki fara til hetta treffið aftur uttan at hava eina nýggja Biker-Bíbliu við okkum", sigur Roul Åkesson.
Vit hava fingið tvær stórar gávur frá partvís CMA-UK og einum einstaklingi, so nú hava vit samlað inn 10.300 Euro. Fyri at kunna prenta 10.000 nýggj eintøk tørvar okkum 9.700 Euro aftrat. Hevði tú viljað verið til at stuðla hesi útgávu, so at túsundir av Bikarum kunnu fáa eina Bíbliu? Hoyrir tú tað "Makedoniska rópið" og vil vera við og stuðla hesum tiltaki? Tað er ikki støddin á gávuni, men meira tað at tú vilt vera við, ið telur. Hevur tú hug at stuðla, so kanst tú geva okkum boð, ella seta peningin inn á kontu okkara: 9181-147.679.5, so vilja vit syrgja fyri at peningurin kemur til rætta viðkomandi. Vinarliga viðmerk flytingini, at talan er um Biker-Bíbliu/Portugal.
Vit berjast móti klokkuni, so útgávan kann gerast møgulig longu í summar, ella tá hon í august mánað skal deilast út.
Eddie Fernandes
Leiðari fyri CMA-Portugal.
----
Heilsa frá Roul og Birgit Åkesson
Vit hava fingið heilsu frá teimum og takka tey fyri dagarnar, tey vitjaðu okkum. Eisini lata tey okkum vita, at vit eru altíð vælkomin á gátt hjá teimum. Eisini síggja tey fram til at vitja land okkara aftur.
Stuðul til Biker Bíbliuna
Tað gleðir okkum at siga frá, at offur varð tikið upp á teimum trimum støðunum, Hoyvíkar Kirkju, Betania og Evangeliihúsið og tí, ið varð innkomið á kontu okkara frammanundan. Vit rundaðu hetta av uppeftir, soleiðis, at vit sendu 13.300,00 kr. til kontuna hjá Bible For The Nations. Harrin signi einhvønn gevara.
Albanska Biker-Bíblian
Tað gongur framá við hesum arbeiði, sigur Roul Åkesson í einum teldubrævi nú um dagarnar. Flestu vitnisburðarnir eru nú umsettir og eru telduviðgjørdir klárir til prentingar. Enn vanta kortini nakrir vitnisburðar at fáa uppá pláss, eins og 7.000 Euro vanta í fíggjarliga, so Bíblian kann verða prentað. Tað er ein prentsmiðja í Týsklandi, ið prentar.
60-ára føðingardagur
Limur okkara, Petur Hermansen fyllir í dag, tann 6.mai 60 ár. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku við degnum og Harrans signing í framtíðini.