Íslendska Biker Bíblian
Síðani felagið "Trúboðar" varð stovnað, hevur ynski hjá teimum verið frammi um, at fáa Biker Bíbliuna gjørda til íslendka fólkið. Hetta er nú vorðið veruleiki, við tað at limir felagsins hava gjørt eitt megnar arbeiði við at til laga hesa útgávu til íslendsk viðurskifti.
Ísland hevur jú sum kunnugt uml. 300.000 íbúgvar, og hetta er nóg mikið grundarlag til, at prentast kunnu í fyrsta umfari 10.000 eintøk, sum jú røkka langt, serliga tá hugsað verður um MC-umhvørvið og so onnur støð, har Bíblian kann vera borin út ókeypis.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við hesi útgávuni og ynskja Harrans signing yvir tiltakið og biðja eftir, at mong mugu taka við orðinum, sum á henda hátt verður borið út til fólkið.