Hvussu verði eg frelstur?
Hevur nakar nakrantíð sagt tær, at Gud elskar teg og at Hann hevur eina undurfulla ætlan við lívi tínum? Vit hava ein veruligan og skjótan, men týdningarmiklan spurning at seta tær. Um tú skuldi doyð í hesi løtu, veitst tú so við vissu, um tú ert á veg til Himmals?
Vit vilja luta við tær hvat ið Bíblian lærir. Hon sigur: "tí øll hava syndað og teimum fattast dýrd Guds" og "tí lønin, ið syndin gevur er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Jesusi Kristi, Harra okkara". Bíblian sigur eisini: "Tí hvør tann, ið ákallar navn Harrans skal verða frelstur". Og tú ert ein "hvør tann", ikki satt? Sjálvandi er tú. Tað eru vit øll.
Bøn okkara fyri tær er at Jesus skal gerast veruligur, og at Hann skal gera eitt skjótt verk í tínum lívi. Um tú vilt taka ímóti tí gávu, sum Gud hevur til tín í dag, so kanst tú biðja soleiðis: "Góði Harri Jesus. Kom inn í mítt hjarta. Fyrigev mær alla synd mína. Vaska meg og reinsa meg. Set meg í frælsi. Jesus, takk fyri at Tú doyði fyri meg. Eg trúgvi at Tú ert risin upp frá teimum deyðu og at Tú kemur aftur eftir mær. Fyll meg við Tínum Heilaga Anda. Gev mær eina neyð fyri teimum fortaptu og ein hungur eftir tí, sum hevur við Gud at gera, og ein heilagan eymleika fyri at tosa gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Eg eri frelstur; eg eri endurføddur; eg eri fyrigivin og eg eri á veg til Himmalin, tí eg nú havi Jesus í mínum hjarta. Amen.
Sum Jesu Kristi tænarar um gleðiboðskapin um Jesus Kristus, so siga vit tær nú í dag, at allar syndir tínar eru fyrigivnar. Minst altíð til at fara til Gud og ikki frá Gudi, tí Hann elskar teg og hevur stórar ætlanir fyri tínum lívi.