Bátastevnan 2010

Eins og undanfarin ár, varð aftur í ár skipað fyri Bátafestivali í Vestmanna.

Veðrið gjørdi nokk sítt til, at ikki so nógvar motorsúkklur løgdu leiðina norður, men eisini má havast í huga, at SALT-tiltakið var á Drelnsi, og har høvdu nøkur leitað sær suður.

Her eru nakrar myndir frá degnum í Vestmanna.

MC-Boogie 1.mai 2010

Tað var sera kalt, tá uml. 70 súkklur møttust við MAGN-støðina á Hálsi kl. 11.00. Klokkan 12.00 var farið avstað. Føroy MC-felag skipaði fyri.

Fyrst koyrdu vit ein túr runt alla Havnina, og løgdu so leiðina norðureftir, har vit fyrst steðgaðu á í Hvalvík við OK-Heilsølu, ið júst hevði latið upp nýggjan dekkverkstað. Har fingu vit sergjørda lagkøku og kaffi. Blíðskapurin var stórur.

Fjøllini í Sundalagnum hvítnaðu og ivin mundi taka seg upp, um tað nú mundi verða ráðiligt at leggja leiðina norðureftir til Klaksvíkar. Vit gjørdu av at royna, og so hvørt vit koyrdu, gjørdist veðrið bara betri og betri. Komnir norður, møttu vt limum úr Norðoya MC, sum førdu okkum ein frálíkan túr runt alla Klaksvíkina. Vit steðgaðu á við MAGN-støðina, har vit fingu pylsu og sodavatn fyri serprís umframt kaffi og anað gott. Eisini varð nógv prátað, nú menn og kvinnur hittust aftur eftir ein langan vetur.

Næsta stig á leiðini var at fara inn á Toftir, har Bátafestivalur var. Tíverri fek eg ikki farið við, men vendi suðuraftur saman við øðrum luttakarum, men eg síggi og veit, at tiltakið inni á Toftum eydnaðist eisini sera væl.

Eg tók nakrar myndir á ferðini og vil eg við hesum vegna felag okkara takka hjartaliga fyri ein sera góðan dag. Klikk á myndirnar, so síggjst tær í størri stødd. Eisini skal ljóða ein tøkk til tykkum, ið stuðlaðu við at keypa okkara "Skava og vinn-seðlar".

 

Truckerfestivalur 2009 í Klaksvík

Ársins truckerfestivalur varð hildin í besta summarveðri, og nógv ymist var at uppliva.

Her varða lagdar út tær myndir, ið vóru tiknar. klikk á myndirnar, so síggjast tær í størri stødd.

 

HD-túrur í Sandoynni 8. mai 2009

Enn eina ferð var tað fótbóltsfelagið B 71 ið bjóðaði motorsúkklum at vera við til sølustevnuna, sum felagið regluliga skipar fyri.

13 súkklur møttu upp at fara umborð á Ternuna, ið fór kl. 13.15. Av tí at Dýri Biðiðdagur var, vóru rættuliga nógv akfør við, so tað var so vítt at vit fingu pláss tann túrin, men við lagaligari hjálp og vegleiðing eydnaðist at fáa súkklurnar út á síðurnar á dekkinum at standa. Tað rullaði so mikið at neyðugt var at standa hjá súkklunum yvirum.

Vit løgdu leiðina beinleiðis til Skarvanesar, har Poul Jákup hevði syrgt fyri at kaffi var gjørt og eisini hevði hann keypt okkum Caramel at njóta saman við. Prátið gekk lystiliga og ikki vantaðu tær vanligu góðu vittigheitirnar frá Poul Jákupi, eins og violinin og klaverið eisini góðu ljóð frá sær hesa løtuna.

Avtalað varð á staðnum, at tann 25. juli verður aftur HD-túrur suður, tá ætlanin er skipa fyri at "lamb í mold" verður borðreitt. Lamb í mold verður stokt í eini jørðholu, sum frammanundan er hitað upp við brennandi báli, har lambskrovið síðani verður sveipað inn í sekkir, fyri síðani at verða grivið undir í mold í uml. 3 tímar at steikja. Meðan steikingin fer fram, er øtlanin at luttakrarnir verða koyrdir til Dals, og síðani verður gingið uppum fjalli aftur til Skarvanesar. Nærri verður fráboðað um henda túrin á www-hdc.fo.

Orsaka av jarðarferð, koma vit til Meginskúlan kl. 15.00, har vit fingu bjóðað at drekka, hvat vit vildu. Smurt breyð og annað gott til góman var eisini at fáa, so tað var bara at njóta av blíðskapinum, meðan súkklurnar vóru stillaðar fram úti í skúlagarðinum.

Um veðrið er at siga, at tað kundi verið betur, so vit máttu tola bæði vind og regn. Væl gekk kortini, og ferðin heim gekk væl eisini. Ein góður dagur endaði nirði á Hvonn í Havn, har fingu eina løtu saman áðrenn hvør fór til sín. Myndirnar tala fyri seg.

Victor

 

Logos Hope-vitjanin 19. apríl

Sunnudagin, tann 19. apríl, varð skipað fyri MC-túri til skipið "Logos Hope" ið lá við bryggju í Havn.

Uml. 15 súkklur høvdu funnið vegin til Statoil-støðina í Gundadali, har farið var frá kl. 14.00 efir Oyggjarvegnum til Statoil-støðina í Kollafirði. Vit koyrdu haðani beinleiðis til Kirkjubøar, har vit steðgaðu eina løtu, fyri síðani at koyra beinleiðis til skipið, ið lá við vestaru kai.

Við tað at vitjanin varð fráboðað, komu umboð fyri skipið í land og bjóðaðu okkum umborð, fyrst til ein huganligan kaffimunn, fyri síðani at deila okkum upp í bólkar, ið fingu hvør sín ferðaleiðara at vísa okkum skipið og hvat tað kann nýtast til.

Sera áhugavert var at síggja og uppliva, hvat skipið kann brúkast, ikki bara sum ein prædikustólur, men eisini sum ein útrætt hond til hjálp til menniskju í neyð, bæði tímiligari og andaligari.

Áðrenn farið varð í land, vitjaðu vit caféina og fingu okkum ein drekkamunn. Fleiri nýttu møguleikan at stuðla arbeiðinum fíggjarliga,

Vit takka hjartaliga fyri blíðskapin og ynskja OM, skipi og manning Guds ríku signing frameftir.

 

Væleydnað MC-Gudstænasta

Leygardagin 18. apríl varð skipað fyri MC-degi, sum endaði við MC-Gudstænastu í Ebenezer kl. 15.00.

Byrjað varð úti á Velbastaðhálsi kl. 11.30, har limir í RC-felagnum vístu fram flogfør, tyrlur og bilar. Sera hugtakandi at síggja og uppliva. Eisini fingu vit eina holla frágreiðing frá Petur Hermansen, ið er ein av elstu limunum í RC-felagnum, um felagið og søgu tess. Grillin var eisini uppsett og mong nýttu høvið at keypa góðar pylsur og búffar.

Kl. 14.00 varð gjørt klárt til felagskoyring, har vit koyrdu eina rundu runt um Havnina, áðrenn leiðin varð løgd beinleiðis oman í Ebenezer, har sangkórið og Petur H. Jacobsen sungu. Góður felagssangur og frálík tala, ið legði sera stóran dent á MC-lívið við støði í Sálminum, ið tosar um: "Tá eg síggi himmal Tín, verk fingra Tína. Hvat er tá eitt menniskja, at Tú kemur tað i hug?". Sama um vit eru uppi á tindinum ella nirði í dalinum, so síggja vit undurverk Guds alla staðni. Eisini varð biðið fyri okkum, at eingin skaði og óhapp skulu henda.

Eftir gudstænastuna var skipað fyri hugnaligum kaffimunni áðrenn fólkið fór leiðina heim aftur.

Ein stór tøkk skal ljóða til samkomuna í Ebenezer, ið hýsti okkum og fyri eina sera væl fyriskipaða MC-Gudstænastu.

Klikk á myndirnar, so síggjast tær í størri stødd!

Faroe Gathering 2008

Í samband við stevnuna "Faroe Gathering 2008", varð skipað fyri felagstúri, ið byrjaði uppi við Hotel Føroyar, har gestirnir búðu.

Koyrt varð norður eftir oyggj um Statoil-støðina í Kollafirði til Shell-støðina við Streymin, har steðgað varð, áðrenn farið varð norður um Eiðisskarð, beinleiðis til Gjáar. Haðani varð koyrt til Klaksvíkar, har umboð fyri Norðya MC leiddi fylgið til matarhølið hjá Føroya Bjór, har vit fingu salat, kaffi og heimabakaðar køkur. Eftir hetta vóru vit víst runt í søguliga savninum hjá fyritøkuni, og síðani koyrdu vit norður til Kunoyar bygd, har steðgað varð eina løtu, og frálíka veðrið notið. Nógvar myndir vóru sum rímuligt er tiknar, og fingu vit at vita, at um onkur kundi taka eina nøktandi mynd til blaðið "HD Journalen", so var bara at halda á at fotografera. Einasta treytin var at, ein HD-súkkla skuldi vera við á myndini.

Eftir at allar súkklur vóru bunkraðar á Shell-støðini í Klaksvík, var leiðin løgd út á Toftir, runt Agnið, har steðgað varð við vindmyllurnar. Eftir hetta koyrdu vit inn til Runavíkar, har vit fingu okkum kaffi og hvíldu okkum enn eina ferð. Ferðin helt síðani áfram til Saksunar, har vit eisini steðgaðu og m.a. vitjaðu í kirkjuni.

Nú var dagurin farin at halla, og leiðin var løgd beinleiðis vestur til Gásadals. At ímynda sær føroysku náttúruna í sólsetri, ja, hvat kann vera vakrari ein slíkan dag? Eftir stuttan steðg har, var góð máltíð notin á Hotel Vágum og ein troyttur, men væl nøgdur bólkur kundi nú leggja leiðina aftur til Havnar. Myndirnar, ið eru lagdar út, tala fyri seg.

Tað vóru Victor og Stanley, ið umboðaðu klubb okkara á túrinum. Njót myndirnar. Klikk á tær, og tær síggjast í størri stødd.

 

Vestanstevnutúrur til Miðvágs

Leygardagin 12. juli vóru tað uml. 15 motorsúkklur, ið settur hvøjari aðrari stevnu at fara ein túr vestur til Miðvágs á Vestanstevnu.

Innbjóðing var komin frá stevnufyrireikarunum, og tað var Føroya MC, ið stóð fyri túrinum vestur, har bjóðað var til kaffi og hugna í Bygdarhúsinum í Miðvági. Komnir vestur, settu vit súkklurnar uppi við Filadelfia-samkomubygningin og gingu so oman til Bygdarhúsið, har dekkað varð upp við smurdum breyði og køkum. Gott kaffi, te og saft var at fáa afturvið.

Tá liðugt var, fóru vit ein túr vestur til Gásadals, har steðgað var eina løtu. Veðrið var av tí besta, so tað var bara at njóta av Guds fríu náttúru og njóta ein góðan túr heimaftur. Ein frálíkur túrur var komin at enda og vit takka øllum fyri ein góðan túr.

Myndirnar tala fyri seg. Klikk á tær, so síggjast tær í størri stødd.

Mikudagstúrur til Streymin

Mikukvøldið 4. juni - meðan Bryan Adams royndi seg á Tórsvølli - vóru vit tríggir, ið hildu okkum til ein túr norðureftir. Tað vóru Victor, Johan og Martin, ið valdu af fara norður eftir oyggj og so til  Café´ina við Streymin at fáa okkum ein kaffimunn og súreplapai við súrróma afturvið.

Veðrið var av tí allarbesta og sólin skein frá skýfríum himli allan vegin norðureftir. Kortini var tað eitt sindur kalt, so hvørt tað leið út á kvøldið. Vit avgjørdu tí at fara beina leið suðuraftur, men tóku eisini Oyggjaregin suður aftur.

Ein frálíkur túrur. Ver hjartaliga vælkomin at koma við okkum aftur næsta mikukvøld kl. 19.00. Síggjast!!

 

 

"Harley-súkklur á Sandi"

Tann 4/5 - 2007, vóru tað 10 Harley-súkklur, ið gjørdu eina ferð suður til Meginskúlan á Sandi, har tað var fótbóltsfelagið B 71, ið skipaði fyri eini søluframsýning. Á kaiuni stóð Stanley Olsen og tók ímóti okkum, so á framsýningini vóru tað 11 súkklur, ið vóru uppstillaðar uttanfyri í skúlagarðinum. Har stóðu vit so í 2 tímar, og mong vóru tey, ið hugdu eftir hesum forkunnugu súkklum, allar sera flottar.

Eftir framsýningina koyrdu vit ein felagstúr, fyrst til Skálavíkar, fyri síðani at fara ein túr til Skarvanesar, har Poul Jákup Thomsen bjóðaði okkum innar til ein drekkamunn.

Á veg heimaftur koyrdu vit ein túr runt í Skopunnar bygd og ein frálíkur túrur var komin at enda.

Bátastevna á Vestmanna

Sum kunnugt, so varð Bátastevna hildin í Vestmanna, leygardagin 24. mai. Veðrið var av tí allrbesta og uml. 100 motorsúkklur úr øllum landinum hittust henda leygardagin har uml. 200 bátar eisini høvdu sett hvørjum øðrum stevnu.

Í tjaldinum var heit fesk suppa at fáa, eins og alt hugsandi drekkandi. Tað vóru eisini mong, ið høvdu leitað sær til Vestmannar og stemningurin var góður. Gott lag var á fólki og restin av degnum og kvøldinum gekk við felagstiltøkum uppi í Ítróttarhøllini.

Ein frálíkur dagur, sum avgjørt var eina vitjan verdur.

"MC-Boogie" við Føroya MC-felag og Føroya Ellisakførum

Tann 5/6 - 2007 vóru tað uml. 100 súkklur, ið møttu upp á Shell-støðini við Ringvegin í Havn. Farið var kl. 11.00, og eftir ein rundtúr í Tórshavn varð leiðin løgd norður til Shell-støðina við Streymin, har steðgað var eina løtu. Síðani varð koyrt um Eiðisskarð allan vegin inn á Skálfjørðin, har endað var til hugnaliga sosiala samveru við spølum og øðrum undirhaldi á Selatrað. Um kvøldið var skipað fyri veitslu í Kagganum.

Myndirnar frá hesum túrinum liggja undir leinkinum "Myndasavn/MC-Boogie".

----

Mú MC-árið fer at byrja, koma vit at leggja nýggjar frágreiðingar við myndum út á hesa síðuna. Vit vilja gjarna, at tú skalt kunna seta teg inn í, hvussu vit MC-arar hava tað, tá vit súkkla saman, og síggja hvat vit uppliva.